Góðskutíð - fyri pør, ið vilja hugna sær saman - FÆRØSK

Góðskutíð - fyri pør, ið vilja hugna sær saman - FÆRØSK

Normalpris
279,00 kr
Udsalgspris
279,00 kr
Normalpris
Udsolgt
Stykpris
pr. 
Inklusive moms.

FÆRØSK udgave af spillet for parforhold

 

Innihald: 200 kort við spurningum um parlagið. 

                  1 spælivegleiðing


Hvussu nógv kunnu spæla: 1 par ella fleiri pør.

Spælitíð: 10 min. ella meira. Alt eftir, hvussu nógvum kortum tit velja at spæla við.

Endamálið við spælinum

Góðskutíð er eitt kappgitingarspæl, ið er hugnaligt, stuttligt og mennandi at spæla. Tit kunnu, sum par, fáa nærleikan og sambandið tykkara millum inn í samrøðuna. Tit kunnu fáa djúp og erlig prát, ið vilja geva tykkara parlagi eitt tættari samband, meira eymleyka og vitan um hvønn annan. 

Bólkar av spurningum:

Tað eru 8 bólkar av spurningum: Hugnaligir, Inniligir, Djúpir, Besnissaðir, Her og nú, Fortíð, Framtíð og Børn. Hava tit ikki hug til ein ávísan bólk, kunnu tit flokka hann frá.

Spælireglur:

Spælireglurnar í Góðskutíð eru einfaldar. Áðrenn tit byrja, avtala tit, hvussu nógv kort tit vilja spæla við. T.d. 3 ella 10 kort. Alt eftir hvussu leingi tit vilja spæla.

1 stig: 

Tann við størstu skógvastødd byrjar at lesa ein spurning upp, um seg sjálvan. Nú kalla vit persónin ”hann”.

2 stig:

Hon svarar tað, sum hon heldur, at hann vildi havt svara.

3 stig:

Um hann heldur, at hon svaraði nóg nær við tað hann sjálvur vildi  havt svarað, so vinnur hon kortið. Hann gevur henni kortið. Um hon ikki svaraði nóg nær við tað hann sjálvur vildi havt svarað, tá verður kortið lagt í ein bunka fyri seg.

4 stig:

Nú er tað hennara tørn at lesa ein spurning upp…..

Soleiðis halda tit á, til tit hava spælt avtalaðu kortini.

Vinnarin er tann, ið hevur flest kort, tá ið spæli er liðugt.

Eftirsum kortini vera givin út frá eini persónligari metan, skulu tit vera rættvís. Kanska er tað ikki fyri at vinna, at tit spæla hetta spæli, men meiri fyri at fáa nakrar góðar samrøður.

Taparin gevur vinnaranum ein muss - uttan so, at tit hava avtalað at seta meiri uppá spæl.

 

Parterapeuturin Anna Østergaard, Herning, hevur ment spælið í samstarvi við spæliframleiðaran Jake Inlove. Margret Mortensen, psykoterapeutur, MPF og parterapeutur, i Tórshavn, hevur umsett.